Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja danska filmin ”Når befrielsen kommer” í Havnar Bio.
45 ára gamli leikstjórin, Anders Walter, sum í 2014 vann Oscarvirðislønina fyri stuttfilmin “Helium”, hevur saman við 55 ára gomlu Miriam Nørgaard skrivað søguna, sum ummælararósti filmurin ”Når befrielsen kommer” byggir á.
Kjarnin er teir týsku flóttar, sum komu til Danmark beint fyri krígslok í 1945.
Háskúlastjórin, Jakob (Pilou Asbæk) fær kravboð um at hýsa fleiri enn fimmhundrað sivilum týskum flóttum. Greitt er, at dagarnir hjá nazistiska hersetingarvaldinum eru taldir. Hetta setur Jakob og konuna Lis (Katrine Greis-Rosenthal) í eina trupla tvístøðu.
Hjálpa tey flóttunum, verða tey eyðmerkt sum landasvíkjarar og hava alt at missa. Men um hjúnini ikki hjálpa teim neyðstaddu, fara fleiri av teim neyðstøddu at liggja eftirá. Samstundis varnast tey, at tólv ára gamli sonurin, Søren (Lasse Peter Lassen) er farin at ganga ørindi fyri mótstøðurørsluna. Nógv stendur á húskinum, sum nú skal taka eina avgerð, ið til ævigar tíðir fer at broyta teirra tilveru.
Nýggi danski krígsfilmurin, ”Når befrielsen kommer”, er ein hugtakandi søga um næstrakærleika, dirvi og at halga seg rættvísi. Framleiðararnir siga, at filmurin byggir á veruligar hendingar, sum lýsa ein hin døkkasta partin í Danmarkarsøguni: hvussu 250.000 ósek týsk flóttafólk vórðu viðfarin, tá tey komu til Danmarkar á vári í 1945.
Umframt nevndu leikarar, síggja vit eisini Ulrich Thomsen, Morten Hee Andersen, Jens Jørn Spottag og Karen-Lise Mynster.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald