Mentan

Filmsfelagið vísir film um krígsnoktaran Franz Jägerstätter

Drúgvasti einstaki filmurin hjá Filmsfelagnum á skránni í komandi viku 

2020-02-20 08:32 Author image
Innsent
placeholder

‘A Hidden Life’ er heitið á nýggjasta stórfilminum hjá kenda amerikanska leikstjóranum Terrence Malick (f.1943), sum í 2011 gjørdi ‘The Tree of Life’.

Fremsti danski filmsummælarin, Bo Green Jensen, skrivar soleiðis um nýggja filmin í Weekendavísini:  - ’A Hidden Life’ er en krævende film, som aldrig slipper sit tag eller glemmer at forkynde. Men den er levende, rig og seværdig på en måde, som Malick ikke har været i lang tid. Her mødes kulden fra Kubrick og troen fra Tarkovskij.

Í 1980unum vísti Filmsfelagið desperadofilmin ‘Badlands’ (1973) í Sjónleikarhúsinum og seinni varð drúgvi krígsfilmurin ‘The Thin Red Line’ (1998) vístur.

Nýggi Terrence Malick filmurin, sum varir tríggjar tímar, hevur leingi verið í gerð undir navninum ‘Radegund’, og er hin drúgvasti einstaki filmurin í søguni hjá Filmsfelagnum. Filsfelagið vísir filmin komandi mikukvøld í Havnar Bio.

‘A Hidden Life’ er ein grundandi søga um tilveruna, ið byggir á lívið hjá Franz Jägerstätter, sum saman við konu og trimum døtrum, livir eitt einfalt og lukkuligt lív sum bóndi í eysturríksku bygdini St. Radegund.

Tá søgan tekur við undir øðrum verðaldarbardaga, hevur Franz verið á hernaðarligari venjingarlegu. Heimkomin fær hann bræv, har nazistisku herdeildirnar í Berlin kalla hann í kríggj. Men tá Franz noktar at fara í kríggj fyri Hitler, er tað sum ein flóðalda av skomm, avbyrging og sorg rakar húskið og garðin Radegund.

Hóast Franz er fullgreiðir yvir, at ein tílík tjóðskaparlig noktan er at meta sum landasvik, ið fær avleiðingar og í ringasta føri deyðadóm, stendur hann við sítt.

Trúgvin og kærleikin til familjuna er styrkin, sum fær hann at tvíhalda um lívsvónina.

Í dag er Franz Jägerstätter (1907-1943) katólskt halgimenni og ímynd av samvitskufullari krígsnoktan.

Birgir Kruse fer at innleiða filmin ‘A Hidden Life’ við nøkrum orðum týdningarmiklar filmar. Filmurin um katólska halgimennið hevur 11 ara aldursmark. 

placeholder
placeholder