Í sambandi við Vísindavøkuni skipar Granskingarráðið fyri filmskapping fyri næmingar í 7. – 10. flokki.
Granskingarráðið skrivar soleiðis:
Korona hevur broytt lívið hjá okkum øllum í 2020. Hetta ávirkar eisini ársins Vísindavøku, sum ikki kann hava tiltøk fyri ung, eins og undanfarin ár. Í staðin gera vit eina Vísindavøkuapp, har vit fara at hava ymiskt tilfar fyri stór og smá. Her halda vit, at nýggir filmar um ung til ung høvdu verið góðir. Teir kunnu eisini vera góðir til granskarar, politikarar og onnur, sum vilja vita meira um lívið hjá ungum í Føroyum í dag.
Vit vilja tí við hesum bjóða skúlaungdómum at vísa okkum sín gerandisdag í koronutíðini.
Um kappingina
Luttakarar: Tú skalt vera næmingur í 7.-10. flokki.
Evni: Gerandisdagurin hjá ungum í koronutíðini
Longd: 3 minuttir.
Krøv: Tak upp og klipp við fartelefon. Tú skalt loyva okkum at leggja filmin út í appina. Filmar tú fólk, mugu tey senda váttan fyri, at tað er í lagi, at tey eru við. Vit tilskila okkum rætt til ikki at almannakunngera filmin, um hann verður mettur at vera óhóskandi á onkran hátt.
Góð ráð: Tað er altíð eitt gott hugskot at filma við telefonini liggjandi, altso horisontalt, so myndin er breiðari enn hon er høg. Far ikki ov langt burtur frá mikrofonini, um tú vilt hava talu á. Ansa eftir, at tú hevur nóg mikið av plássi á telefonini til at kunna filma. Til ber at nýta appina FilmoraGo til at klippa við. Um tú nýtir iPhone ber eisini til at nýta iMovie.
Freist: Sunnudagin 1. november áðrenn midnátt. Send okkum filmin við Dropbox ella WeTransfer.
Vinnarin fær 5.000 kr.
Ein dómsnevnd við fólki frá Filmshúsinum og Granskingarráðnum velur vinnaran.
Vinningurin er kr. 5.000.
Vinnarin og innkomnu filmarnir verða almannakunngjørdir í appini á Vísindavøku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald