Hóskvøldið verður norski filmurin “Barn”, sum vann filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins í ár vístur í Norðurlandahúsinum.
Kenna vit okkara børn? Er spurningurin, sum filmurin setur. Í einum forstaði til Oslo verður heimurin endavendur, tá eitt slag við einari skúlastasku fær ræðuligar avleiðingar, og eitt barn drepur sín floksfelaga. Var tað við vilja ella eitt óhapp? Og hvør hevur ábyrgdina? Foreldrini, lærararnir, skipanin? Syrgiliga hendingin setir nógvar tankar og tvístøður í grannalagnum í gongd, har øll kenna hvør annan, og hetta dregur høvuðspersónarnar inn í tøgn, lygnir, sjálvssvik og misskiljingar.
Ambitiøsi og hugsanarsami filmurin “Barn” hjá Dag Johan Haugeruds, sum vann filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins 2020, viðger sambandið millum børn og vaksin við stórari innliving og álvarsemi. Kenna vit okkara børn? Kenna lærarar sínar næmingar? Kunnu vit líta á børn, og hvussu nógv skulu vit gera fyri at verja tey?
Hetta trupla evnið verður tó blandað við svørtum skemti, sum fær alt at kennast lættari. Serliga tá tey vaksnu ikki megna at taka ábyrgd og bera seg at sum børn.
Filmurin verður sýndur í Norðurlandahúsinum 26. november kl 19. Filmurin er 157 minuttir langur. Málið er norskt við donskum undirteksti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald