2020-12-17 22:35

Listamálarin og sangarin Ingálvur av Reyni hevði verið 100 ár í morgin.
Ingálvur varð føddur í Havn 18. desembur 1920. Hann livir framvegis í málningalistini, og klára rødd hansara livir eisini í sálmum og sangum.
Nú ein øld er liðin, síðani Ingálvur varð borin í heim, hevur Tórshavnar kommuna latið gera henda heimildarfilmin um Ingálv av Reyni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald