Mentan

Filmur um falskan profil á Facebook

Gitte Klein, sálarfrøðingur, fer at innleiða sýningina – Filmurin verður sýndur við frástøðu í biografinum

Gitte Klein, sálarfrøðingur, fer at innleiða sýningina

Gitte Klein, sálarfrøðingur, fer at innleiða sýningina

2020-08-17 13:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikudagin vísur Filmsfelagið franska filmin "Førført" við Juliet Binoche í høvuðsleiklutinum. Hon spælir eina 50 ára gamla fráskilda kvinnu, sum ger ein falskan profil á Facebook, tá 24 ára gamli elskarin eisini fer frá henni.

Gitte Klein, sálarfrøðingur, fer at innleiða sýningina. Hon er aktuell við bókini "Talgilda framtíðin".

[object Object]

Filmurin verður sýndur við frástøðu í biografinum, har annaðhvørt rað er tómt og stólurin til viks eisini er tómur.

Í samráð við heilsumyndugleikarnar verður mælt til at brúka munnbind, tá komið verður inn í gongina at heinta atgongumerki. Munnbindið kann takast av, tá tú situr í biografhøllini. Spritt til hendurnar stendur frammi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder