Franski filmurin ”Two of Us” er um tilkomna lesbiska parið Ninu úr Paris og Madeleine úr Berlin, sum verða leiktar av Martine Chevallier og Barbara Sukowa, ið er kend úr klassiskum Fassbinderfilmum.
Fyri familju, vinum og øllum í nánd, hava tær báðar fjalt tann djúpa og eldheita kærleikan, sum í áratíggju hevur verið teirra millum, síðan tær møttust í Rom.
So hendir nakað, ið ger tað trupult at fara úr einu íbúðini og í hina.
”Two of Us” var í uppskoti at fáa Golden Globe virðislønina sum besti útlendski filmur í ár. Filmsfelagið sýnir “Two of Us” í Havnar Bio mikukvøldið kl. 20.
Undan filminum fer Beinte Løwe, journalistur og tingkvinna, at hugleiða yvir evnið í filminum.
Beinta Løwe
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald