Mentan

Filmur úr Grønlandi í Filmsfelagnum í næstu viku

Kalak byggir á fyrstu sjálvævisøguligu skaldsøguna hjá Kim Leine. Høvuðspersónurin er norðmaður, sum endar í Grønlandi og hevur djúp sár

2024-03-08 10:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nýggi filmurin Kalak, sum er gjørdur í Grønlandi, byggir á fyrstu sjálvævisøguligu skaldsøguna hjá Kim Leine frá 2007.

Leikstjóri er svenska Isabella Eklöf (f.1978), sum gjørdi filmin Holiday og skrivaði handritið til Gräns hjá Ali Abbasi, sum Filmsfelagið í báðum førum hevur víst.

Í filminum Kalak fáa vit søguna um Jan (Emil Johnsen), ið rennir undan sær sjálvum, eftir at pápin hevur gjørt seg kynsliga inn á hann. Jan er úr eini norskari bygd, Seljord, har Jehova vitni og átrúnaður hevði nógv at siga. Seytjan ára gamal fór hann til Danmarkar at búgva hjá pápanum.

Nú er hann í Grønlandi, hevur familju og arbeiðir sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Meðan fortíðin og Keypmannahavn eru langt burturi, leingist honum eftir at blíva partur av staðbundnu mentanini - at verða ein kalak, sum hann veit, er eitt tungt frámerki, ið verður hefti á ein skeivan grønlending, kalak, ið hann annan vegin velur at fata, sum um tað er sagt í kærleika, men hinvegin eisini við djúpastu vanvirðing.

[object Object]

[object Object]

Samlívið riggar, ikki og friðleysur fer Jan at reika um í náttarlívinum at finna sex og rúsevni, men má sanna, at einki gerst, uttan at uppsøkja pápan og lekja teir løstir, sum liggja í fortíðini.

Kalak fekk tvær virðislønir, tá filmurin varð frumsýndur á árligu filmstevnuni í San Sebastian í heyst. Nú fimurin er frumsýndur í Danmark, hevur hann fingið framúr ummæli.

Leikstjórin, Isabella Eklöf, hevur skrivað handritið saman við Kim Leine og Sissel Dalsgaard Thomsen. Framleiðari er Maria Møller Kjeldgaard.

Kalak er ein stór norðurlendsk og niðurlendsk framleiðsla. Nadim Carlsen er fotografur, og fekk í San Sebastian virðislønina fyri avrikið.

Filmsfelagið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder