Tað gingu 12 dagar frá tí, at filmurin hjá sir David Attenborough um veðurlagsbroytingar varð vístur á BBC, til bretsku politikararnir samtyktu undantaksstøðu fyri veðurlagið.
1. mai 2019 samtykti bretska tjóðartingið, sum tað fyrsta í heiminum, at seta veðurlagið í undantaksstøðu.
Avgerðin kom eftir at felagsskapurin Extinction Rebellion hevði mótmælt í fleiri mánaðir og so ein nýggjan heimildarfilm hjá sir David Attenborough.
Filmurin vísti bretunum hvørjar avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum verða, og hetta førdi beinleiðis til, at veðurlagið varð sett á dagsskránna hjá bretsku politikarunum.
Nú hava tey herheima, sum síggja danska TV2, møguleika at síggja filmin ”Climate Change The Facts”, tí danska sjónvarpsstøðin vísir hann í kvøld klokkan 19, føroyska tíð, sum liður í valstríðnum til ES-tingið og fólkatingið.
Og her er tað, at 93 ára gamla sjónvarpslegendan, sir David Attenborough, kemur við sínari álvarsligu ávaring:
- Vit standa fyri stórstu hóttani í fleiri túsund ár: Veðurlagsbroytingunum. Um jørðin hitnar við núverandi ferð, er vandi fyri eini oyðileggjandi framtíð, sigur hann í filminum.
There is still time to hit the emergency brakes on the damage we are doing to our planet. There is still hope.
— BBC One (@BBCOne) 18. april 2019
Climate Change The Facts with Sir David Attenborough. Tonight on BBC One at 9pm.pic.twitter.com/afG5PMezzR
Eftir at filmurin varð vístur á BBC 18. apríl, setti hann veruliga gongd á kjakið á sosialu miðlunum, og brennandi spurningurin hjá teimum flestu var: ”Hvat í víðu verð gera vit við verðina?”
Heimildarfilmurin tosar við fleiri veðurlagsgranskarar um hvat hendir við lívinum á jørð um hitin framhaldandi økist.
Og so vísir filmurin eisini myndir av tí, sum longu hendir.
Harumframt luttekur 16 ára gamla Greta Thunberg úr Svøríki í filminum, og hon mælir til, at okkurt verður gjørt nú.
Meet @GretaThunberg, the Swedish schoolgirl who has inspired an international movement to fight climate change. #ClimateChangeTheFacts pic.twitter.com/A1SyJ1pMfW
— BBC (@BBC) 18. april 2019
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald