Mentan

FIMFF 2019 verður sett í kvøld

Sjóneykað verður sett á nútíðar trælahandil

2019-10-10 07:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Faroe Islands International Minority Film Festival verður í døgunum, 10.-13. oktober í Reinsarínum og Perluni í Tórshavn.

Byrjað verður við eini móttøku í Norðurlandahúsinum í kvøld undan sýningini av filminum ’Buoyancy’. Talan er um eina norðurlendska frumsýning. Eftir filmin verður ein setanarveitsla í Sirkus.

Nútíðar trælahandil
Yvirskipaða evnið á ársins FIMFF er nútíðar trælahandil, og tískil snýr setanarfilmurin seg um júst hetta. Hvussu 14 ára gamli kambodiski drongurin, Chakra, í eini roynd at koma úr fátækradómi og nærri einum frælsari lívið, endar í klónum á trælahandilsmonnum og verður seldur til ein teilendskan skipara á einum fiskiskipi.

Filmurin umrøður vaksandi trupulleikan við nútíðar trældómi, og er ikki smæðin at geva okkum nærri innlit í, hvussu dapur veruleikin hjá mongum sær út í dag. Filmurin vann ‘Prize of the Ecumenical Jury’ á filmfestivalinum Berlinale 2019.

Menniskjahandil er eitt goymt virksemi, og er ein avleiðing av undirløgdum trupulleikum, so sum sosiobúskaparligum standi, fátækadømi, mangul uppá javnrætti og almennum verndarneti. Kvinnur, ið gerast offur í menniskjahandli í Svøríki, verða oftani kynsliga misnýttar ella noyddar í prostitutión, tá ið tær vera innfluttar. Eftirspurningurin er motorurin handan menniskjahandil. Hetta kemur ikki bert kynsligum tænastum við, men eisini øðrum misnýstluháttum, til dømis tvingsilsarbeiði og yrkisgøgnshandil.

Örjan Wallin frá IMT (Insamlingstiftelsen mot trafficking) fer at hava eina framløgu um trupuleikan, ið vit hava í alheiminum í dag og eisini sæð frá einum norðurlendskum sjónarhorni.

Alt vikuskiftið verða fleiri enn 15 ymsar filmssýningar, ein listaframsýning og fleiri framløgur í ávikavist Perluni og Reinsarínum.

Fleiri av tiltøkunum eru ókeypis. Leygarkvøldið verður eisini sokallaða Gender Bender Party, har man eitt nú kann uppliva eitt Dolly Parton drag show, sensuellan dans og viðurkendu Gnucci framføra.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder