Mentan

Faroe Islands Minority Film Festival verður í summar

Festivalurin, sum varð avlýstur vegna korona, verður nú hildin í eini minni útgávu í juli

Kampen om Grønland

Kampen om Grønland

2020-05-23 09:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fyrr í ár bleiv kunngjørt, at ársins Faroe Islands Minority Film Festival varð avlýstur vegna korona. Góðu úrslitini seinastu tíðina hava við sær, at fyriskipararnir í FIMFF hóast alt hava mót uppá at hava ein FIMFF 2020, tó í eini minni útgávu.

Filmfestivalurin verður 24.-27. juli og byrjar í Norðurlandahúsinum 24. juli kl. 19.30. Tað er sera viðkomandi filmurin ‘Kampen om Grønland’, sum fer at seta filmfestivalin í ár. Filmurin snýr seg um fýra grønlendingar, ið á hvønn sín hátt ynskja broytingar í Grønlandi.

Frá .fo til .org

Fyriskipararnir í FIMFF vóru her fyri noydd at skaffa nýggjan heimasíðubústað. Hetta komst av, at onkur hevur keypt fimff.fo, so FIMFF ikki kann varveita sín bústað. Hóast festivalurin hevur roynt at sett seg í samband við keyparan, hevur tað ikki eydnast. Tískil var festivalurin noyddur at keypa nýtt økisnavn, og nú ber til at finna heimasíðuna hjá FIMFF á fimff.org.

FIMFF light

Tað verður, sum áður nevnt, ein minni útgáva av FIMFF í summar, men fyriskipararnir lova at tað vera eins áhugaverdir spælifilmar, stuttfilmar, heimildarfilmar og barnafilmur á skránni í ár sum undanfarnu árini. Til ber at fylgja við í skránni á teirra heimasíðu fimff.org og á facebook síðuni facebook.com/fimff

placeholder
placeholder