Framsøgnin hjá Jógvan Kruse (Havnar Bio), har hann leggur upp til, at FIMFF brutu teirra avtalu, passar ikki. Tað sigur Siri Súsonnudóttir Hansen, marknaðar- og samskiftisleiðari hjá Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF), sum útvarpsstíðindini høvdu eina samrøðu við, fyrradagin, 22. juli kl. 16. Samrøðan snúði seg um íkomnu støðuna, tá ið Havnar Bio steðgaði teirra samstarvi við FIMFF mikudagin 21. juli, og tískil legði fót fyri fimm sýningum hjá minnilutafestivalinum. Hetta gjørdi Havnar Bio, tí LGBT Føroyar, í teirra Pride skrá, høvdu nevnt eina FIMFF-sýning í Havnar Bio.
- Tað er týdningarmikið at undirstrika, at FIMFF og LGBT Føroyar ikki er tað sama. Tá ið LGBT Føroyar hugsaði at samla alt, sum hendir á Pride-degnum, í einari skrá, hildu vit úr FIMFF, at tað ikki var forgjørt, at tey kundu nevna Havnar Bio. Tað var í trá við avtaluna vit høvdu við Havnar Bio, at vit gjarna máttu nevna, hvar okkara filmar vóru sýndir, so fólk vita, hvar tey skulu møta upp.
- Tá ið fyrsta tíðindaskrivið hjá FIMFF fór út 6. juni, var samstarvið við Havnar Bio nevnt, og tað, at vit vóru sera glað fyri at sleppa at sýna filmar har. Havnar Bio gjørdi tó beinanvegin vart við, at tey, grundað hetta skrivið, vildu strikast úr okkara skrá; tey skuldu strikast av øllum plakatum. Longu tá, fingu vit hóttarnir um, at allar sýningar skuldu strikast, tí at Havnar Bio ikki vildu setast í samband við FIMFF og temaið, vit hava í ár. Vit sluppu bara at nevna hvar filmarnir vóru sýndir, so tað hava vit hildið okkum til. Tá fóru tey eisini so langt, at tey vildu sleppa at góðkenna øll okkara tíðindaskriv, áðrenn tey fóru út. Tað gingu vit sjálvandi ikki við til. Tey hildu tó fast í, at vit kundu sleppa at nevna hvar filmarnir blivu vístir, hóast tey undirstrikaðu, at tey ikki ætlaðu at deila ella lýsa við teimum sýningunum, vit høvdu hjá teimum, sum tey m.a. gera fyri Filmsfelagið.
- Tískil hildu vit, at tá ið LGBT Føroyar spurdi, um tey skuldu seta sýningina, sum vit høvdu tað kvøldið, 27. juli, í teirra skrá, eisini var til ágóða fyri Havnar Bio, sum soleiðis kundi selja fleiri atgongumerkir. Ongantíð hava vit sagt, at Pride’in skal inn har, við virðing fyri okkara avtalu við Havnar Bio. Tað, at LGBT Føroyar nevnir Havnar Bio í teirra skrá, burdi bara verið positivt fyri Havnar Bio. Vit kundu aldrin ímynda okkum, at Havnar Bio fór at reagera við at strika samstarvið okkara ímillum.
- Tað passar ikki, at vit ikki hava verið tøk, sum Havnar Bio nevndu. Tey ringdu til okkum so seint sum kl. 22 og ætlaðu at kunna okkum um hesa avgerðina og longu kl. 23 sama kvøldið, høvdu tey tikið avgerðina um, at tey strikaðu avtaluna við okkum, áðrenn vit høvdu havt møguleika at reagera upp á tað. Vit hava sent teimum teldupost, har vit gera vart við, hvussu hørm vit eru um støðuna, og at vit hava hildið okkara part av avtaluni. Har hevur einki svar verið uppá hendan teldupost frá teimum.
- Havnar Bio siga, at samstarvið byggir upp á álit. Tað álitið inniber eisini, at sær man okkurt, ið ikki er rætt, at man so hevur álit á, at tað ivaleyst er ein feilur og hin parturin so rættar feilin, tá man ger vart við tað – tað vildi verið ein reaktión bygt uppá álit. Men heldur enn at vísa okkum álit, so hava tey havt onkra fatan av, at vit hava eina dulda agenda; at vit manipulera. Tey hugsa beinanvegin tað ringasta, hóast vit hava spælt við opnum kortum. Vit hava allatíðina sagt hvørji vit eru og hvat FIMFF stendur fyri, og tað vistu tey eisini, áðrenn tey fóru inn í samstarvið.
- Vit hava tillagað okkum, og vit hava svølgt kamelar og fílar í øllum hesum. Vit hava fingið nógv útyvir okkum. Men vit hava hildið avtaluna allan vegin ígjøgnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald