Mentan

FIMFF'22: Føroyskur filmfestivalur fyri 6. ferð

Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF) verður í Tórshavn í døgunum 31. august til 4. september

Mynd frá setanarfilminum ‘Ballad of a White Cow’ (2021), leikstj. Sanaeeha og Moqadam

Mynd frá setanarfilminum ‘Ballad of a White Cow’ (2021), leikstj. Sanaeeha og Moqadam

2022-08-04 12:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hetta er 6. árið á rað, at filmfestivalurin verður.

Hesa ferð verður størsti parturin hildin í Norðurlandahúsinum, men eins og undanfarnu ár, so verða eisini nøkur tiltøk í Perluni og Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Sum nakað heilt nýtt, verður møguligt at síggja fleiri filmar á netinum heima við hús eftir festivalin.

– Evnini í ár verða eitt nú intersektionell feminisma, abort og kvir umboðan í filmi, greiðir Nadia Abraham, stovnari, frá:

– FIMFF leggur seg altíð eftir, at taka viðkomandi og mangan viðkvom evni upp, tí vit meta, at tað er av týdningi at tosa um tað, ið kanska ikki fær so nógv pláss annars og at vera við til at flyta mørk.

Evnini á ársins filmfestivali verða viðgjørd við sýningum og tiltøkum.

– Tað verður við bæði útlendskari og føroyskari umboðan at vit fara at viðgera evnini, og orsøkin til tað er, at tað kann vera gott fyri okkum at hoyra, hvat rørir seg úti í heimi og fáa íblástur uttanífrá, sigur Nadia.

Kend nøvn á skránni

– Vit eru í ferð við at leggja síðstu hond á skránna og gleða okkum til at almannakunngera skránna, sum er kryddað við bæði kendum og minni kendum nøvnum, sigur Nadia.

Eins og undanfarnu ár, so er tað ein fjølbroytt skrá við bæði álvarsligum og meira løttum evnum:

– FIMFF skal vera fyri øll, og tí hava vit eisini eina fjølbroytta skrá við eitt nú barnasýning, tónleiki, pallborðsfundum og einari verkstovu bara fyri vaksin, sum tora, og leikstjórar vitja fleiri av sýningunum, sigur Nadia.

Nevnast kann at vælumtókta Sanne Søndergaard luttekur bæði á FIMFF Youth degnum og fer á pallin í Reinsarínum fríggjakvøldid 2. september at halda eitt stand-up comedy show við sínum eyðkenda feministiska skemti.

[object Object]

Til Gender Bender tiltakið leygarkvøldið 3. september kemur rapparin NIKOLINE, sum er kend fyri hennara kontroversiellu tekstir og sjónbandaløg, serliga sangin ‘Sut Min Klit’.

[object Object]

Setanarfilmurin verður hósdagin 1. september í Norðurlandahúsinum. Tað er tann sterki iranski filmurin Ballad of a White Cow, sum snýr seg um eina kvinnu, ið fær tey sorgarboð at maðurin bleiv avrættaður av misgáum, og hon velur tí at fara ímóti eini kensluleysari skipan.

[object Object]

Spurd, um tað er nakað hon vil leggja afturat, sigur Nadia:

– Vit eru takksom fyri hvørt ár, vit kunnu halda filmfestivalin, tí tað er avgjørt ikki nøkur sjálvfylgja. Alt okkara arbeiði er treytað av, at vit fáa stuðul, og tí kunnu vit bara fegnast um, at vit aftur í ár hava móttikið fígging frá Nordisk Kulturkontakt og Nordisk Kulturfond. Eisini er sjálvbodna hjálpin gull verd, og hava vit á hvørjum árið skapt nýggj vinarbond við fólk, sum eisini brenna fyri filmi og at gera mun, sigur Nadia Abraham at enda.

Øll skráin verður kunngjørd í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder