Mentan

Fimi fær nýggja lopgrøv

Nýggja lopgrøvin er fylt við skúmkubbum, ið betri tekur stoytin, tá ið lopið verður – Tórshavnar býráð hevur játtað eina mió. krónur til endamálið

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-10-30 07:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar býráð hevur nú játtað eina mió. krónur til eina nýggja lopgrøv til Fimi. Málið var fyri á býráðsfundi hóskvøldið 29. oktober.

Fimleikararnir í Føroyum taka seg støðugt fram, og tí er tørvurin til fimleikaútgerð í Fimi broyttur, skrivar Tórshavnar kommuna.

Talan er um eina opna skúmgrøv við endan á hestinum í amboðshøllini, sum kappingaríðkarar í øllum aldursbólkum fara at kunna nýta.

Núverandi lopgrøvin varð mett at vera ótíðarhóskandi, og hava íðkarar eisini fingið skaðar orsakað av henni. Nýggja lopgrøvin er fylt við skúmkubbum, ið betri tekur stoytin, tá ið lopið verður, og fer hon sostatt at fyribyrgja skaðar.

Fimleikafeløgini vænta, sambært Tórshavnar kommunu, at lopgrøvin fer at menna fimleikin nógv.

Fimleikahøllin Fimi varð tikin í nýtslu í 2011 og er karmur um tvær hallir til estetiskan fimleik og eina stóra høll til amboðsfimleik. Høllin er sera nógv brúkt bæði av fimleikafeløgum, dagstovnum, skúlum og frítíðarskúlum. Hvønn dag koma hundraðtals fólk í høllina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder