Innanlands

Fimleikahøll fram um spæliland

Verkætlanin við fimleikahøllini verður framskundað, og hetta merkir, at verkætlanin við spælilandinum liggur longri frammi í tíðini, sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

Samgongan í Klaksvíkar býráð

Samgongan í Klaksvíkar býráð

2021-02-01 14:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Verkætlanin við fimleikahøllini verður framskundað, sigur Karl Johansen, borgarstjóri. Semja er í samgonguni um, at fleiri pengar skulu setast av til fimleikahøllina, tí umstøðurnar hjá fimleikafelagnum eru als ikki nøktandi, og tað ynskja vit at gera nakað við.

- Høga raðfestingin av fimleikahøllini merkir samstundis, at verkætlanin við spælilandinum liggur longri frammi í tíðini. Avtalað um hetta er eisini gjørd í sátt og semju við arbeiðstakaran.

- Hóast farið er í gongd við at grava út fyri spælilandinum, so er hetta arbeiðið ikki gjørt til fánýtis, tí í fyrstu atløgu verður økið gjørt til parkering.

- Ítróttarøkið í Klaksvíkar kommunu verður støðugt ment og dagført: nú er samtykt at gera uttandura vælveruøkið í svimjihøllini liðugt, somuleiðis sum rennibreytin verður tikið í brúk í heyst. Saman við menningini av stadionøkinum við Djúpumýru, sum fer at gera tað møguligt at spæla altjóða fótbóltsdystir í Klaksvík, so er alneyðugt, at fleiri parkeringspláss í økinum verða raðfest.

- Kommunan hevur síðan síðsta summar dagført flestu spæliplássini í býnum, og hósdagin varð samtykt á býráðsfundi at halda fram við hesi raðfesting við m.a. at økja játtanina til spæliplássið á Kráargøtu. Hetta verður uttan iva eitt sera snøgt og hugnaligt øki, har parkeringsmøguleikarnir eisini verða raðfestir.

- Í samgonguni eru vit sostatt samd um, at umraðfestingin fer at gagna okkara borgarum, sum heilt víst fáa stóra gleði av eini nútímans fimleikahøll, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder