Seinasta samdøgrið hevur verið rættiliga friðarligt.
Í hesum døgum eru túsundatals føroyingar Berlin í sambandi við EM-endaspælið í hondbólti, og tað sæst aftur í náttarlívinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Løgreglan hevur tó verið úti og gjørt ferðmátingar, og í hesum sambandi fingu fýra bilførarar í Eysturoynni klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt.
Tríggir bilførarar koyrdu millum 74 og 81 kilometrar um tíman í bygdum øki, og ein koyrdi 105 kilometrar um tíman í óbygdum øki.
Ein bilførari fekk eisini klipp í sambandi við eitt ferðsluóhapp á landsvegnum við Vága floghavn. Hann helt ikki neyðugu frástøðuna og tók í eitt prutl, sum koyrdi frammanfyri. Eingin fólkaskaði stóðst tó av hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald