Innanlands

Fimm dagar uttan nýggja smittu

Talið á positivum í løtuni er framvegis tvey

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-02-21 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu fimm dagarnar er eingin staðfestur positivur fyri covid-19 í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.

Í gjár vórðu 309 kanningar gjørdar, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 229.347 kanningar gjørdar í Føroyum.

Samlaða talið á persónum, ið hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum, er framvegis 658, og 655 teirra eru staðfest frísk aftur. Ein persónur er deyður við covid-19 í Føroyum, og sostatt eru tveir persónar positivir í løtuni.

Eingin er í løtuni innlagdur í sambandi við covid-19, og sjey eru í sóttarhaldi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder