Í minsta lagi fimm hava latið lív og 21 eru særd, eftir at ódnin Dorian rakti Bahamas í gjár.
Tað upplýsir landsins forsetisráðharri, Hubert Minnis, sambært CNN.
Síðan sunnudagin hevur ódnin flutt seg spakuliga - við 2 km/t - men við nógvari megi yvir norðara partin av Bahama-oyggjunum.
Sambært National Hurricane Center í Florida (NHC), herjir Dorian enn á, men vindurin er nú minkaður niður í 59 m/s.
Ódnin Dorian hevur elvt til ógvusliga vatnflóð, og sambært Reyða Krossi hevur hon eisini oyðilagt í minsta lagi 13.000 heim.
Sambært tíðindastovuni AP var flogvøllurin á oynni Grand Bahama Island m.a. undir gott tveir metrar av vatni.
Sambært veðurfrøðingum, er tað sera óvanligt, at ein ódn verður so leingi yvir sama øki, og ongantíð áður hava teir sæð eina kategori 5-ódn, sum stendur í stað so leingi yvir Atlanshavið.
Væntað verður, at ódnin komandi dagarnar fer at nærkast Florida. Í morgun varð Dorian farin niður úr kategori 5 til kategori 4, men NHC ávarar enn íbúgvar um stormflóð fram við amerikonsku eysturstrondini.
Undantaksstøða er lýst í statunum Georgia, South Carolina, North Carolina, og Florida, og í gjár vórðu uml. ein mió. íbúgvar flutt burtur úr økjunum, sum liggja út til Atlantshavið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald