Almenna ákæruvaldið í Saudiarabia upplýsir í dag, at fimm fólk eru dømd til deyða fyri drápið á journalistin Jamal Khashoggi.
Saudiarabiski journalisturin varð dripin 2. oktober í fjør inni á saudiarabisku sendistovuni í turkiska býnum Istanbul.
- Ein dómstólur hevur lýst deyðadóm yvir fimm monnum. Hesir vóru beinleiðis við í drápinum, verður sagt í eini fráboðan frá ákærumyndugleikunum sambært AFP-tíðindastovuni.
Trý onnur fólk eru dømd tilsamans 24 ára fongsul fyri teirra leiklut í drápinum, verður lagt afturat. 11 fólk vóru ákærd í málinum.
Saudiarabiski krúnprinsurin, Mohammad bin Salman, sum frá ymsum síðum er undir illgruna fyri at vera maðurin, sum hevur biðið um drápið, hevur ikki verið ákærdur í málinum.
Fyrrverandi næsti ráðgevi hansara, Saud al-Qahtani er kannaður í málinum, men ongin skuldseting var reist móti honum.
Málið um Kashoggi varð nógv umrøtt, tá hann varð dripin inni á saudiarabisku sendistovuni í Istanbul. Tíðindamaðurin hevði búð í útlegd í eina tíð, og hevði skrivað kritiskar greinar um stýrið í Saudiarabia.
Ørindi hansara á sendistovuni í Istanbul vóru at fáa hendur á nøkrum pappírum, sum hann hevði tørv á fyri at kunna giftast við turkisku unnustu síni.
Í fyrsta umfari sýtti Saudiarabia fyri, at Kashoggi var dripin. Sagt var, at maðurin sjálvur var farin frá sendstovuni. Men seinni viðgekk Saudiarabia, at journalisturin varð dripin. Talan var um eina atsókn, sum ikki var góðkend av myndugleikunum, varð sagt.
Tað vísti seg, at eitt saudiarabiskt drápslið bíðaði eftir Khashoggi inni á sendistovuni. Tey kvaldu hann og skóru ban í petti, hevur turkiska fregnartænastan síðan avdúkað.
Amerikanska fregnartænastan, CIA, hevur skrivað í eini frágreiðing, at tað var bin Salman, krúnprinsur, sum gav boðini um at drepa Khashoggi.
Khashoggi var amerikanskur ríkisborgari, og hevði skrivað um hvussu Salman kongur og krúnprinsurin misnýttu teirra vald í Saudiarabia. Hann skrivaði eina fasta klummu í blaðnum Washington Post.
Enn er óvist, um dómurin fær avleiðingar fyri krúnprinsin, ella um hann fær avleiðingar fyri góðu viðurskiftini millum USA og Saudiarabia.
Higartil hevur Donald Trump, forseti, ikki víst áhuga fyri at seta tiltøk í verk mótvegis landinum, hóast hansara egna fregnartænasta hevur víst á leiklutin, sum krúnprinsurin hevði í illgerðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald