
Í gjár tók løgreglan fleiri bilar, ið koyrdu ov skjótt í bygdum øki.
Fýra av teimum koyrdu á Glyvursvegi á Argjum, har fýra bilar koyrdu beint undir 80 kilometrar um tíman, og tá tað verður gjørt í bygdum øki, gevur tað bæði bót og klipp í koyrikortið.
Tað sama fekk ein bilførari, sum koyrdi í øki Kollafirði, har tað er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman. Viðkomandi hevur áður mist koyrikortið og fekk tískil eina stóra bót enn vanligt.
Løgreglan boðar eisini frá, at tað var nakað av ófriði í vesturbýnum í Havn í gjárkvøldið, har nøkur fólk vóru harðmælt. Løgreglan kom á staðið, og tað endaði ikki við nøkrum serligum roki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald