Fimm flokkar í finska tjóðartinginum eru nú gingnir saman fyri at skipa eina mið-vinstrastjórn, við Antti Rinne úr finska javnaðarflokkinum sum forsætisráðharra.
Tjóðartingsval var í Finnlandi 14. apríl, so tað hevur tikið hálvan annan mánaða at finna fram til nýggjan stjórnarmeiriluta.
Síðan valið hevur Antti Rinne verið formaður í Tjóðartinginum. Sosialdemokratiski flokkurin SDP vann valið tepurt og fekk 40 sessir í tjóðartinginum. Sannfinlendingarnir fingu 39, Samlingspartiet 38 og Centern 31.
Flokkarnir, sum nú hava skipað stjórn eru SDP, Centerpartiet, Gröna Forbundet, sum fekk 20 tjóðartingssessir, Vänsterförbundet, sum fekk 16 og Svenska Folkpartiet, sum fekk 9 tingsessir.
19 ráðharrar vera í nýggju stjórnini. Sosialdemokratarnir fáa sjey, Centern 5, Tey grønu 3 og Vänsterforbundet og svenski fólkaflokkurin fáa hvør sínar tveir ráðharrar.
Hetta er fyrsta ferðin síðan 2003, at Finnland fær eina stjórn undir javnaðarleiðslu. Seinasti sosialdemokratiski stjórnarleiðarin var Paavo Lipponen, sum sat frá 1995 til 2003.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald