Innanlands

Fimm fólk brutu inn á Fróðskaparasetrið

Herverk framt á Námsvísindadeildini á Frælsinum

Einki varð stolið, men ymiskt er brotnað. Fimm fólk eru undir illgruna í málinum (Mynd: Sverri Egholm)

Einki varð stolið, men ymiskt er brotnað. Fimm fólk eru undir illgruna í málinum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-13 09:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Einki varð stolið, men ymiskt er brotnað.

Soleiðis lýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Tórshavn støðuna í einum av bygningunum hjá Setrinum.

Talan er um Námsvísindadeildina á Frælsinum, har lærara- og námsfrøðilesandi til dagliga ganga í skúla. 

Týsnáttina var innbrot í bygninginum. Løgreglan upplýsir, at tað eru íhvussu fimm ymisk fólk, ið hava framt hetta innbrotið. Tey eru "ikki kend" hjá løgregluni.

Tað var vakmyndatól á staðnum, ið veruliga hjálpti løgregluni í kanningararbeiðnum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder