Innanlands

Fimm fólk deyð av corona í Italia

Talið av smittaðum fólki er komið langt upp um 300

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-02-26 06:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fimm fólk afturat í Italia eru deyð eftir at tey vórðu smittað við corona virus. Tað upplýsti leiðarin fyri italsku tilbúgvingini fyri Anso-tíðindastovuni í gjár.

Sostatt hava 11 fólk í Italia latið lív eftir at tey ahva verið smittað. Í øllum førunum er talan um persónar í norðara parti av landinum, skrivar dr.dk.

Italia er sostatt landið, har virussið hevur rakt harðast í Evropa. 322 fólk eru skrásett at vera smittað við corona í Italia.

Flestu tilburðirnir eru í norðara parti av landinum í Lombardia landslutinum. Eisini eru tríggir smittutilburðir skrásettir á Sisilia, sambært Ansa.

Danska uttanríkisráðið heitir tí nú á danskar ríkisborgarar um at vísa ans, um ferðast verður í smitturaktum øki.

Sí vegleiðingina hjá uttanríkisráðnum 

Coronavirus varð í gjár eisini staðfest í londunum Sveits, Eysturríki, Kroatia og Rumenia.

Eisini á meginlandinum í Spania er ein persónur nú funnin við smittuni. Talan er um ein persón í Barcelona, sum hevði ferðast í Norðuritalia. Og í gjárkvøldið var ein tilburður staðfestur í landslutinum Baden Würtemberg, upplýsa týsku heilsumyndugleikarnir.

Eisini í Fraklandi vórðu í gjár staðfestir tveir nýggir tilburðir við coronavirus. Frakland er higartin einasta landið, umframt Italia, har persónur er deyður at smittuni, skrivar dr.dk. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder