2024-08-30 11:44
Fimm fólk vóru í gjár handtikin í stórum politiátaki úti í Bakka í Havn.
Løgreglan segði í gjár, at talan er um eitt rúsevnismál, men hevur ikki fleiri viðmerkingar.
Fólkini vórðu handtikin í einum seglbáti uttast í Vágsbotni seinnapartin í gjár. Sambært in.fo er grundlógaravhoyring við kravi um varðhaldsfongsling av fimm fólkum fyrrapartin.
Sambært miðlinum eru tað danir, talan er um, og báturin, tey vóru við, er úr Kolding.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald