
Løgtingið fer í dag undir at viðgera tey nógvu málini, sum vórðu løgd fyri løgtingið á seinasta framløgudegi í hesi tingsetuni.
Fimm fyrstu viðgerðir eru á skránni í dag. Fyrst skal tingið viðgera trý lógaruppskot frá Jørgen Niclasen, landsstýrismanni við fíggjarmálum, sum skulu til víðari viðgerð í fíggjarnevndini.
Tvey mál eru um meirvirðisgjald, millum annað um frítøku av mvg fyri útleigan av kampingplássi. Eisini er eitt mál um stuðul til vinnlívið fyri rentuútreiðslur av innistandandi peningi.
Síðan eru tvey mál frá Tjóðveldi á skránni. Annað er um at taka føroyska loftrúmið og flogferðsluna undir føroyskt ræði og hitt málið snýr seg um at forða fyri, at fastogn verður uppkeypt av útlendingum.
Tingfundurin byruar klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald