Jólini eru ein frálík tíð. Vit hugna okkum við familjuni, eta góðan mat og gleða hvønnannan við jólagávum. Men jólini eru eisini ein tíð, har nógvur matur fer til spillis, og nógv gávupappír og plast endar í skrellispannini.
Johanne Stenstrup, íverksetari, heldur, nú vit eru byrjað at hugsa meira um at liva burðardygt, áttu vit eisini at hildið jól á ein meira burðardyggan hátt.
Í samrøðu við DR gevur hon fimm góð ráð til, hvussu vit halda eini meira burðardygg jól.
Pakka gávurnar inn í toy, endurnýtslupappír ella gomul bløð
Í staðin fyri at keypa nýtt gávupappír, ber til at pakka gávurnar inn í endurnýtslupappír, toy ella pappír úr gomlum bløðum.
Á hendan hátt ber til at gera nakað vakurt burturúr tí, sum tú kortini hevði ætlað tær at tveitt út.
Ikki koyra góðan mat í skrell
Óneyðuga nógvur matur fer til spillis um jólini.
T.d. ber til at borðreiða við minni tallerkum ella føtum. Gert tú tað, er ikki líka nógvur jólamatur á borðinum í senn, og á tann hátt fer minni matur eisini til spillis.
Ert tú ein teirra, ið hevur fleiri sløg av kjøti á borðinum, eitt nú dunnu, gás og fleskasteik, ber til at velja eitt av teimum frá. Kjøtframleiðsla er ikki bert øgiliga ringt fyri veðurlagið, men kjøt er eisini verri at endurnýta.
Endurnýt gamalt gávupappír
Tá allar gávurnar eru pakkaðar upp jólaaftan, liggur kanska fult av skrøddum gávupappíri, til-og-frá-merkjum, og gávubandi um alt stovugólvið.
Tá vit eru troytt og mett, hugsa vit kanska ikki um, hvørt okkurt av tilfarinum kann endurnýtast. Men tað áttu vit at gjørt.
Nógv av reina gávupappírinum kann endurnýtast árið eftir. Tað ber til at goyma gávupappír og silkiband, um ansað verður nóg væl eftir, tá pakkað verður upp.
Er yvirskot til tess, er best at skilja millum tað, sum skal koyrast í skrell, og tað, sum kann endurnýtast.
Endurnýtslugávur til pakkaspælið
Ert tú millum teirra, sum spæla pakkaspæl á jólum, ber til at gera pakkaspælið meira burðardygt. Tað kann t.d. gerast við at pakka lutir inn, sum tú longu eigur og ynskir at lata víðari.
Tær nýtist ikki at renna oman í nærmasta handilin at leita eftir onkrum til pakkaspælið. Øll hava okkurt heima, sum er gott, stuttligt og riggar væl til eitt pakkaspæl.
Eitt gott hugskot hevði verið at leita heima fyrst, áðrenn farið verður til handils.
Tak eitt plastílat við til jólaborðhaldið
Fyri at forða fyri, at ov nógvur matur fer til spillis, ber eisini taka eitt ílat við heimanifrá.
Tað er ofta, at nógvur matur er eftir, tá ein hevur havt familjuna til døgurða.
Um tú torir, spyr so vertin eftir restum, sum viðkomandi ikki roknar við at fara at eta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald