Innanlands

Fimm hálkuóhapp í gjár

Eingin álvarsligur fólkaskaði kortini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-02-09 07:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan fekk í gjár fráboðan um fimm óhapp í hálkuni kring landið.

Tað byrjaði longu beint áðrenn klokkan 8 gjáramorgunin tá ein bilur á Vegnum Langa í Hoyvík gleið út í mótkoyrandi vegbreyt, og stoytti saman við einum bili. Tíbetur var ikki nakar álvarsligur skaði, og brúk var ikki fyri sjúkrabili.

Klokkan 13:53 var eitt soloóhapp á landsvegnum millum Skipanes og Skálabotn, har ein bilur gleð niðan av vegnum. Førarin gramdi seg um pínu í nakkanum og hevði nakað av høvuðpínum. Sjúkrabilur var sendur á skaði, men talan var heldur ikki um nakað álvarsligt her. Bilurin fór illa.

Beint eftir klokkan 20 í gjárkvøldið misti ein bilførari tamarhaldið í hálkuni og gleið inn í síðuna á einum øðrum bili. Bert materiellur skaði stóðst av hendingini.

Á Nesvegnum í Vági klokkan 23:22 misti ein annar bilførari eisini tamarhaldið, og fór glíðandi 60 metrar eftir vegjaðaranum, og rendi síðan á ein stóran stein. Bilførarin varð sendur á sjúkrahús til nærri kannningar, men heldur ikki her var fólkaskaðin álvarsligur.

Aftur í morgun boðar Landsverk frá, at tað er hált og glerstoytt í støðum kring landið, og heitir á fólk at koyra varliga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder