Innanlands

Fimm handtøkur í nátt

Tað er ikki ofta, at tað er fult á løgreglustøðini, men tað hendi í nátt, hóast lítið av fólki var í býnum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-01 10:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lítið av fólki var í býnum í nátt, men kortini hevur løgreglan havt úr at gera, og endaði tað við fimm handtøkum.

– Vit hava havt fulla brummu av fólki, og tað endaði vit, at vit máttu leyslata onkran, tí har var ikki pláss, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.

Allar handtøkurnar vórðu framdar í Havn millum klokkan 1.30 og 4.05, og í øllum førum var rúsdrekki uppií.

Fyrst varð ein handtikin fyri harðligan atburð á einum dansistaði. Hann er skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar, og hann vildi heldur ikki upplýsa, hvør hann var, sum mann hevur skyldu til, tá løgreglan spyr, og tað er hann so eisini skuldsettur fyri.

Síðani varð ein persónur handtikin í sambandi við húsaófrið. Løgreglan fór út til húsini tríggjar ferðir, áðrenn avgjørt var at taka persónin við á støðina.

Seinni var enn ein persónur handtikin fyri at vera ólátaður á einum dansistaði, og ein annar persónur varð handtikin fyri harðligan atburð uttanfyri eitt dansistað.

Tá dansistøðini vóru latin aftur varð løgreglan boðsend í sambandi við eina illstøðu. Tá løgreglan royndi at skilja partarnar at, varð eitt løgreglufólk útsett fyri harðskapi, og ein persónur varð so handtikin fyri harðskap móti tænastumanni, og hann er enn á støðini. Hann verður avhoyrdur og leyslatin seinni.

Á løgreglustøðini í Havn eru bert fýra klivar, og tí mátti ein persónur leyslatast, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, tað er sjáldsamt, at slíkt kemur fyri.

– Tað er sjáldsamt, at tað kemur fyri, at tað er fult á løgreglustøðini, serliga tá tað er so lítið av fólki í býnum, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder