Innanlands

Fimm høvdu ov tungan fót í Vágatunlinum

Fleiri soloóhapp vóru í hálkuni í gjár, men einki álvarsligt. Ferðslupolitiið skrivaði níggju mál

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2025-01-03 07:53 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kavin hevur fylt nakað hjá løgregluni hetta seinasta samdøgrið. Í Havn vóru fólk sum ikki høvdu ruddað rútin nóg væl fyri kava, ikki brúktu trygdarbelti og tvey sum brúktu fartelefon undir akstri.

Fyrrapartin vóru tað týsk ferðafólk, sum mistu tamarhald á bilinum í hálkuni við Eiðisskarð og gliðu av vegnum. Tilbúgvingin í økinum hjálpti teimum upp á vegin aftur.

Annars vóru fleiri onnur soloóhapp í hálkuni, men einki álvarsligt, sigur løgreglan.

Seint seinnapartin var løgreglan við ferðmátaranum í Vágatunlinum, og tað vísti seg at vera gott. Tí har vóru fimm bilførarar skrivaðir fyri ferð.

Tveir koyrdu ávikavist 105 og 106 km/t, sum gevur klipp. Tveir aðrir koyrdu 116 og 117 km/t, og hesir skulu tískil upp í nýggjari koyriroynd. Tann fimti koyrdi 102 km/t og fekk bót.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder