Mikudagin royndu fimm iransk hernaðarskip at tvinga eitt bretsk tangaskip inn í iranskan sjógv. Stórur spenningur er millum Iran á eini síðuni og USA og Bretland á hinari síðuni eftir at USA hevur sett hørð revsitiltøk móti Iran, eftir at kjarnorkuavtalan millum londini varð brotin.
Tað er amerikanska verjumálaráðið, sum sigur at hernaðarskipini royndu at tvinga oljuskipið inn í iranskt øki. Mett verður at hendingin skuldi verða hevnd fyri at eitt iranskt supertangaskip í farnu viku varð afturhildið av bretska flotanum við Gibraltar. Skipið var á veg til Sýra við ráolju.
Iranska uttanríkisráðið kravdi at oljutangaskipið Grace 1 skuldi latast leyst við tað sama, men nú eina viku eftir er tað enn í Gibraltar. Iran hótti samstundis við at um Grace 1 ikki var latið leyst, so fór Iran at afturhalda eitt bretskt oljutangaskip.
Men hetta eydnaðist ikki í hesi royndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald