Fýra 1. viðgerðir eru á skránni í Løgtinginum í dag.
Talan er um eitt uppskot frá Jacob Vestergaard landsstýrismanni um broytingar í útlendingalógini, eitt uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Útnorðurráðnum og tvey uppskot frá Sámal Peturi í Grund úr Sjálvstýri um ávikavist at tryggja lág- og miðalløntum betri sømdir, og um at kanna, hvussu verandi kommunu- og landsskattur rakar brogarar við lágum inntøkum.
Eisini verður framløga á skránni, og atkvøðast skal um ein skrivligan fyrispurning hjá Fíu Selmu Nielsen úr Fólkaflokkinum um orkuveiting og orkutrygd.
Les eisini: Vil vita hvussu orkutrygdin er hjá Føroyum
Tingfundurin byrjar klokkan 11.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald