Á dagsins tingfundi, sum verður settur klokkan 10, eru fimm 1. viðgerðir og ein framløga á skránni. Øll uppskotini, sum skulu til 1. viðgerð í dag eru frá andstøðuni.
Fyrsta málið á skránni er uppskot frá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um broyting í løgtingslóg um Húsálánsgrunnin, so Bústaðir fær heimild at útskriva lánsbrøv til at byggja fleiri bústaðir og útvega lutaíbúðir.
Eisini er eitt uppskot frá Tjóðveldi á skránni, sum gevur Bústøðum heimild at veita lán til ein part av byggikostnaðinum av bústøðum uttanfyri størru býirnar.
Hini eru uppskot frá Aksel V. Johannesen úr Javnaðarflokkinum, Kristinu Háfoss úr Tjóðveldi, og Ruth Vang úr Framsókn um at leingja mvg-afturbering til íløgur í almannagagnligt frítíðarvirksemi, eitt uppskot frá Javnaðarflokkinum um royndarverkætlan fyri kommunala samstarvsøki í Suðuroynni, og eitt uppskot hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um náttúrumargfeldislóg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald