![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Sjey fólk, fimm mans og tvær kvinnur eru við á sokallaða søldfaralistanum til kommunuvalið í Runavíkar kommunu.
Uppstillingin er nú liðug, og av teimum sjey eru tveir mans, sum eisini stillaðu upp fyri listan til seinasta val.
Sjey søldfirðingar hava á nýggjari heimasíðu kunngjørt nýggjan lista til kommunuvalið. Talan er um fimm mans og tvær kvinnur, sum øll hava bústað í Søldarfirði.
Tey sjey, sum stilla upp eru:
Álvur Jacobsen
Dávur Kunoy Høgnason
Elnar Rasmussen
Faber Isaksen
Katrin Müller
Jytta Sundstein Nielsen
Petur Hansen
Fleiriupplýsingar um listan her
(Tekstur broyttur kl. 16.07. Ein misskiljing var viðvíkjandi bókstavinum hjá listanum. Tað er valnevndin, ið gevur teimum ymsu listunum bókstavir, og tann tillutingin er ikki farin fram enn)
-
Frá vinstru Álvur Jacobsen, Elnar Rasmussen, Katrin Müller Absalonsen, Jytta Sundstein Nielsen, Faber Isaksen, Dávur Kunoy Høgnason og Petur Hansen
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald