Mett verður, at 5,3 milliardir fartelefonir verða vrakaðar í ár 2022, stendur í frágreiðing frá altjóða felagsskapinum WEEE Forum, ið umboðar 46 felagsskapir, sum m.a. hava til endamáls at handfara elektroniskt burturkast.
Í løtuni eru uml. 16 milliardir fartelefonir í heiminum, og nærum ein triðingur av teimum verða beindar burtur ella lagdar til síðis í ár.
Pascal Leroy, stjóri í WEEE Forum, sigur, at tað er ein trupulleiki, at gamlar fartelefonir ofta verða goymdar burtur í staðin fyri at verða koyrdar til endurnýtslu.
Nógvar fartelefonir innihalda nevniliga tilfar sum gull, silvur og kopar, og um hetta ikki verður endurnýtt, skal tað finnast í námum í eitt nú Kina og Demokratiska Lýðveldinum Kongo, sigur hann.
Um allar fartelefonirnar, sum verða vrakaðar í ár, (5,3 milliardir), eru í miðal níggju milimetrar tjúkkar, og tær vórðu lagdar omaná hvørjaaðra, vórðu tær blivnar til eitt 50.000 kilometrar høgt torn. Til samanberingar kann nevnast, at Altjóða Rúmdarstøðin (ISS) bert er 400 kilometrar frá Jørðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald