
Tórshavnar kommuna hevur nú játtað fimm milliónir krónur til at byggja nýggja kirkju á Argjum. Argir er vaksið nógv seinastu árini við nógvum nýggju borgarum, og tí er kirkjan kærkomin.
Kirkjuráðið á Argjum hevur biðið Tórshavnar kommunu, um at vera við í fíggingini., og hetta er ein fortreyt fyri, at nýggja kirkjan hjá argjafólki gerst veruleiki, sambært torshavn.fo.
Sambært samtyktini skal fíggingin brúkast til at gera útiøkið við parkeringsøki v.m, og at almenningurin afturfyri fær atgongd til parkeringsøkið.
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, skrivaði í dag undir játtanarskrivið, sum varð handa kirkjuráðnum.
Mynd: torshavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald