Uttanlands

Fimm milliónir rýmd úr Sudan

Meginparturin er farin til grannalandið Kjadd, og 80 prosent eru kvinnur og børn

Flóttafólk úr Sudan í Egyptalandi (Mynd: EPA)

Flóttafólk úr Sudan í Egyptalandi (Mynd: EPA)

2023-08-26 17:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan apríl hevur ófriður verið í Sudan orsakað av stríðnum millum herin og hálvhernaðarliga bólkin RSF, og í hesum tíðarskeiðnum eru nærum fimm milliónir fólk rýmd úr landinum.

Reyði Krossur upplýsir, sambært DR, at meginparturin av teimum eru rýmd til grannalandið Kjadd.

Hvønn dag koma túsundatals fólk afturat, og 80 prosent av teimum, sum koma yvirum markið eru kvinnur og børn.

ST metir, at uml. 5.000 fólk hava latið lív í stríðnum í Sudan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder