Innanlands

Fimm nýggir smittutilburðir í gjár

Nú eru 42 smittutilburðir í Føroyum í løtuni – Allir tilburðirnir, sum vórðu staðfestir í gjár, eru partur av kendari smittuketu

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-29 13:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Talið á persónum, sum eru smittað við koronu í løtuni, er nú komið uppá 42, eftir at fimm nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár.

Allir tilburðir eru partur av kendari smittuketu, skrivar corona.fo.

Sostatt hava 712 persónar nú fingið staðfest koronu í Føroyum. 669 persónar eru nú staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.

1.332 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans er nú gjørdar gjørdar 275.493 kanningar í Føroyum.

Í løtuni eru 506 persónar í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder