Innanlands

Fimm nýggir smittutilburðir lítla jólaaftan

Nú eru 35 fólk í Føroyum smittað við korona. Ein persónur er innlagdur

2.656 koronakanningar vórðu gjørdar í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)

2.656 koronakanningar vórðu gjørdar í gjár (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-24 12:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fimm nýggir tilburðir av koronasmittu vórðu staðfestir í Føroyum ígjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. 

Allir smittutilburðirnir eru partur av smittuketu, sum landslæknin fylgir. Øll eru avbyrgd, og landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar corona.fo.   

Í gjár vórðu 2.656 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 191.632 kanningar nú gjørdar í Føroyum.

Tilsamans hava nú 561 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 526 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 35 persónar smittað í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á sjúkrahúsi í sambandi við koronasmittuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder