Bókadeildin gevur 5 bøkur út í ársins áttanda og seinasta bókaumfari. Jólini eru í hondum, og hesa ferð koma tríggjar jólabøkur. Til ber at les meira um allar bøkurnar niðanfyri.
Hin svanga ormveran - krógva og blunda í kavanum
Henda hugnaliga jólasøgan hevur stuttlig rím og er full í klaffum at lyfta og slóðum, sum barnið kann fylgja við fingrunum.
Eric Carle hevur skrivað og myndprýtt. Turið Kjølbro týddi úr enskum.
Bókin er ein pappbók við klaffum og fingraslóð, 10 bls. og til børn, sum eru uml. 0-1 ár.
Jólini koma í Mumidalin
Ein morgun í desembur verður langi vetrarsvøvnurin hjá mumifamiljuni avbrotin. Uttanfyri er heimurin umskapaður: Okkurt hvítt og løgið iggur um allan Mumidalin, og Filifjonkan, Heimilin og øll hini hava øgiliga nógv um at vera við mati og gávum. Tað er okkurt, sum tykist bæði løgið og vandamikið, og tað kallast Jólini.
Rithøvundarnir Alex Haridi og Cecilia Davidsson hava endursagt væl umtóktu stuttsøguna Granntræið eftir Tove Jansson, og listakvinnan Filippa Widlund hevur givið henni nýggjar myndir.
Ása Ellefsen týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 34 bls. og til børn, sum eru umleið 2-5 ár.
Ein nátt í Betlehem
Jólaevangeliið hevur ongantíð verið vakrari enn í hesi hugtakandi og fjálgu útgávuni.
Drongurin Boas er úti og leitar eftir tjúkka frensinum Jetro. Men í skýmingini er fult av soldatum og fremmandum fólkum í Betlehem. Boas finnur frensin, sum hevur krógvað seg undir beristólinum hjá ónda konginum Heródesi, og skundar sær avstað.
Í loyndarfullu náttini møtir Boas trimum stjørnuspámonnum á kamelum. Teir hava fylgt einum løgnum ljósi á himmalinum heilt úr Eysturlondum til Betlehem. Hann tekur fremmandu menninar við heim í húsini hjá pápanum, har ein ungur maður og kona hansara, sum er við barn, eru sloppin at gista í einum fjósi. Hetta verður ein nátt sum eingin onnur nátt.
Bjarne Reuter hevur á fjálgan hátt umyrkt jólaevangeliið, og Kamilla Wichmann hevur myndprýtt við undursomum akvarelltekningum. Elsa Birgitta P. Petersen týddi úr norskum.
Bókin er innbundin, 56 bls. og til børn, sum eru uml. 6-8 ár.
Mist kall
Ein grafisk skaldsøga um yvirgangsatsóknina á Utøya, um lívið aftaná og um øll tey, sum vit sakna, hóast vit ongantíð lærdu tey at kenna. Bókin fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2022.
Ein mánað aftan á 22. juli 2011 fara Rebekka og Fariba í miðnámsskúla. Fariba teknar seg sum lim í AUF, og Rebekka hevur nógv um oyruni: kabarettina, Daniel við krúllunum, ball, skúla og vinir. Trupulleikin er bara, at Rebekka alla tíð hugsar um tað, sum hendi.
Nora Dåsnes hevur skrivað og myndprýtt. Beinir Bergsson týddi úr
norskum.
Bókin er innbundin, 296 bls. og til ung frá umleið 13 ár.
Wimpy Kid – Dagbókin hjá einum vussi
Hon er seinkað men kemur áðrenn jól. Nú kemur henda stuttliga bókarøðin endiliga á føroyskum! Wimpy Kid er seld í fleiri enn 250 milliónum eintøkum kring heimin, og nógvir føroyskir lesarar gleða seg longu at ogna sær fyrstu bókina í røðini.
At vera barn kann vera ordiliga rotið. Hetta veit eingin betur enn Greg Heffley, sum gongur í miðdeild, har klantraslig neyðardýr skulu ganga í flokki saman við børnum, sum eru nógv hægri og longu raka sær.
Jeff Kinney hevur skrivað og teknað. Jóhanna Heðinsdóttir Wolles týddi úr enskum.
Bókin er heft, 218 bls. og til børn, sum eru uml. 9-12 ár.
Bókadeild Føroya Lærarafelags
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald