2022-01-11 17:58
            
        
         
                
            Fimm fólk eru nú innløgd í Sjúkrahúsverkinum við koronu. Tað er ein øking upp á trý í mun til í gjár. Tríggir sjúklingar eru innlagdir av koronu meðan tveir av teimum eru innlagdir av aðrari orsøk, men eru staðfestir positivir við koronu.
382 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í teimum 4082 koronukanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár. Hetta er hægsta talið av staðfestum tilburðum í Føroyum.
Í løtuni eru 1666 aktivir tilburðir - fólk sum í løtuni eru positiv. Tilsamans eru 8312 koronutilburðir staðfestir í Føroyum.
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald