2020-12-09 14:13

Talið av koronatilburðum í Føroyum bara veksur. Í gjár vórðu fimm nýggir tilburðir staðfestir, vísir uppgerðin hjá landslæknanum.
Sostatt er talið av smittaðum í løtuni 16 fólk.
Av teimum fimm nýggju tilburðunum í gjár, eru fýra partur av smittuketu, sum landslæknin frammanundan fylgir, meðan eitt av ferðafólkunum, sum komu til landið í gjár, varð staðfest smittað.
Í gjár vórðu 614 kanningar gjørdar. Í alt eru 172.978 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 519 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 503 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 16 persónar smittaðir í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald