
Fimm persónar vórðu staðfestir positivir fyri covid-19 í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Tríggir teirra eru partur av smittuketum, sum Landslæknin fylgir, og tveir persónar eru komnir til Føroya úr útlondum, og fingu staðfest smittuna við kanning á flogvøllinum. Øll eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina, skrivar corona.fo.
Sostatt hava nú 610 persónar fingið staðfest covid-19 í Føroyum. Av teimum eru 547 staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 63 positiv í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19. 240 eru í sóttarhaldi.
Í gjár vórðu 1.517 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 199.165 kanningar gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald