
Í gjár vórðu heilir fimm persónar staðfestir positivir fyri covid-19, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Fýra teirra eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir, og ein persónur er komin til Føroya úr útlondum. Viðkomandi, ið kom úr útlondum, fekk staðfest covid-19 við einari kanning fýra dagar eftir, at viðkomandi kom til landið.
Hetta merkir, at samlaða talið á persónum, ið hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum, nú er komið uppá 525. Tó eru tríggir persónar afturat eisini staðfestir frískir seinasta samdøgrið, og sostatt hækkar talið á teimum, sum nú eru poitivir, bert við tveimum. Í løtuni eru 19 persónar, ið hava covid-19 í Føroyum.
Ein persónur er eisini vorðin innlagdur við smittuni.
Í gjár vórðu 1.056 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Nú eru 175.642 kanningar gjørdar í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald