Hósdagin 3. september var hátíðarløta í býráðshúsinum í Norðragøtu, har Eysturkommuna heiðraði fimm starvsfólk fyri drúgva og trúgva tænastu í kommununi.
Tey fimm, sum vóru heiðrað, eru Elenora Debes Petersen, Julianna Næs, June Jónsveinsdóttir, Andrea Durhuus Poulsen, og Rannvá Djurhuus, skrivar Eysturkommuna.
Elenora Debes Petersen, sum starvast á dagstovninum Brúsá, hevur starvast í Eysturkommunu í 26 ár.
Julianna Næs hevur starvast í Eysturkommunu í 15 ár. Hon hevur starvast í dagstovninum Brúsa og er nú farin frá vegna aldur.
June Jónsveinsdóttir, sum starvast á dgastovninum Brúsá, hevur verið í starvi hjá kommununi í 28 ár.
Andrea Durhuus Poulsen, sum starvast í dagstovninum Gjáa, hevur starvast í Eysturkommunu í 26 ár.
Rannvá Djurhuus hevur starvast í kommununi í heili 44 ár og er nú farin frá vegna aldur. Í 2021 fekk hon eisini handað tænastumedalju frá drotningini fyri drúgva tænastu.
Per Martin Gregersen, brgarstjóri í Eysturkommunu segði nøkur orð og takkaði teimum øllum fyri stóra arbeiðið. Síðani handaði hann teimum hvør sína gávu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald