Hósdagin og fríggjadagin í farnu viku var próvhandan á Miðnámi á Kambsdali. Hesuferð hevði hvør flokkur sína egnu próvhandan.
Millum studentarnar ið fingu prógv fríggjadagin var Lilja Súnadóttir Kristiansen av Skála. Og fyri hana – og ikki minst foreldur hennara – var løtan heilt serlig.
Heimasíðan hjá skúlanum skrivar, at Lilja er tann yngsta av fimm systkjum. Øll hava fingið handað prógv á Kambsdali - 15 ár eru síðani tann elsti í systkinaflokkinum fekk prógvið.
Tey fimm systkini eru:
- Heini, 34 ár, studentur í 2005, útbúgvin cand.merc frá Copenhagen Business school og arbeiðir sum HR-leiðari á Bakkafrosti
- Ása, 31 ár, studentur í 2009 og lesur námsfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
- Marnar, 30 ár, studentur í 2009, útbúgvin lækni frá Københavns Universitet og er í løtuni phd-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya
- Silvia, 21 ár, studentur í 2017 og lesur medisin á Københavns Universitet
- Lilja, 19 ár, studentur í 2020 og er júst liðug á Miðnámi á Kambsdali
Til próvhandanina segði pápin, Súni Kristiansen, nøkur orð og takkaði vegna seg og konuna, Eyðgerð, skúlanum fyri at allar fimm studentarnar.
- At enda fari eg at takka Miðnámi á Kambsdali fyri tað stóra ríkidømi, tit hava givið børnum okkara við at nema sær eina góða útbúgving. Trivnaðurin hevur verið góður á skúlanum, og tit hava dugað væl at givið okkum foreldrum pláss í tilgongdini – tað hava vit eisini verið sera takksom fyri. Takk fyri tíðina og øll tey bestu ynski fyri tykkara týdningarmikla arbeiði framyvir
Við hesum orðum endaði Súni røðuna.
Mynd: kambsdalur.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald