Eldgosið sum í dag byrjaði í Meradølum á Reykjanesi, er fimm til tíggju ferðir størri enn útbrotið í Geldingardali í fjør.
Sprungan sum lat seg upp í dag er tríhundrað metrar lang, og umleið 20 til 50 rúmmetrar spríkja úr um sekundið.
Tað er metingin hjá Magnús Tuma Guðmundsson frá íslendska universitetinum. Hann gjøgnumgekk støðuna á tíðindafundi fyri løtu síðani, skrivar Morgunblaðið.
Hann segði tó, at eldgosið ikki var so stórt, at infrakervið í løtun ier í vanda. Útbrotini eru longur vekk frá eldgosunum síðsta ár, men ansast skal kortini eftir.
Tað er trupult at meta um hvussu eldgosið fer at vera næstu dagarnar, men væntast kann, at nógvu jarðsjálvtarnir halda uppat. Hann greiddi eisini frá, at tað ikki er sannlíkt, at eldgos verður í øðrum økjum næstu tíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald