2021-06-20 16:52
Fimm nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Trý teirra fingu staðfest smittuna við komu til Føroya. Ein tilburður er partur av kendari smittuketu, meðan tað ikki er greitt, hvør smittukeldan er hjá tí eina persóninum.
462 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og allar eru liðugt greinaðar.
Í løtuni eru 10 persónar í Føroyum smittaðir við koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald