Innanlands

Fimta bylgja: Korona rakar serliga tey 10 til 29 ára gomlu

Tað eru tey yngru ættarliðini, sum eru rakt í hesi fimtu bylgjuni av koronasmittuni, sum herjar í løtuni

Tilvildarlig mynd frá ólavsøkuróðrinum í 2020 (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tilvildarlig mynd frá ólavsøkuróðrinum í 2020 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-19 09:02 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Henda seinasta góða mánaða síðan 15. mai eru 90 persónar staðfestir við smittuni í Føroyum.

Og tveir triðingar av hesum, 61 persónar, eru í aldrinum 10 til 29 ár.

Tað vísir ein uppgerð, sum Blaðið Vikuskiftið hevur fingið innlit í frá Landslæknanum.

Aldursbólkurin, sum er best umboðaður millum tey smittaðu henda seinasta mánaðin er tey í tjúgunum. 39 persónar í aldrinum 20 til 29 ár hava verið smittað, svarandi til 43 prosent av teimum smittaðu.

Øll tølini síggjast ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder