Innanlands

Fimtahvør kanning seinastu tvær vikur framd orsakað av kravi frá arbeiðsplássi

Tað er framvegis stórt trýst á kanningarstøðunum, og Sjúkrahúsverkið heitir nú á arbeiðspláss og fólk annars um ikki at krevja kanning/lata seg kanna, uttan serliga góðar orsøkir eru fyri tí

2021-11-04 14:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni verða yvir 3.000 fólk kannaði fyri koronu um dagin, og Sjúkrahúsverkið hevur trupulleikar við at fáa øll skjótt framat. 

Í skrivi seinnapartin verður gjørt greitt, at ynskt verður ikki, at fólk lata seg kanna "fyri at vera á tí tryggu síðuni", og at arbeiðspláss, íhvussu er sum nú er, skulu gevast við afturvendandi "screeningum" av starvsfólki og at krevja at øll starvafólk skulu.

Tøl vísa, at seinastu tvær vikurnar er yvir 20 prosent av kanningarorkuni hjá Sjúkrahúsverkinum farin til at kanna fólk, har arbeiðsplássið hevur kravt eina kanning. 

- Fleiri av hesum kanningum eru heilt vist skilagóðar og neyðugar, t.d. tá ein smittutilburðir hevur verið á arbeiðsplássinum. Aðrar tíðir er talan um arbeiðspláss, sum ynskja afturvendandi screeningar av starvsfólkum fyri at binda um heilan fingur. Við verandi trýsti á kanningarstøðirnar kann hetta hava við sær, at onnur, sum veruliga hava eina koronukanning fyri neyðini, ikki sleppa framat. Screening av arbeiðsplássum kann vera eitt gott hugskot, men vit kunnu helst semjast um, at tað ikki er eins týðandi sum at fólk, ið hava verið uttanlands, ella fólk við sjúkueyðkennum, verða kannaðir

Sjúlrahúsverkið heitur við hesum á arbeiðspláss um at hugsa seg væl um, áðren tey velja at krevja kanningar av øllum starvsfólkum - hetta skal bert krevjast, um serliga góðar orsøkir eru fyri tí, og líknandi áheitan fer út til fólk, um ikki at kanna seg uttan at hava fyri neyðuni til tað,  tí tað kann troka smittað fólk aftur um í bíðirøðini - ein trupulleiki sum Landslæknin og landstýrismaðurin í heilsumálum fyri stuttum hava víst á.

Í løtuni eru 757 skrásett smittað í Føroyum. Tølini frá í gjár eru ikki komin enn. Næstan 90 prosent av ígbúgvunum yvir 12 ár eru koppsett, og 85,2 prosent av teimum eru tað, sum fyrr kundu verða eyðmerkt sum "liðugt koppsett" (fingið tvey prik)

Tíðindafundur verður um koronustøðuna klokkan 15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder