
Javnan finnast fólk at ferðaætlanini á Smyrli tí hon ikki verður hildin ella at Smyril skal í dokk. Tað er í dag, 15. oktober 2020, fimtan ár síðani at strandfaraskipið Smyril fyri fyrstu ferð legði at á Krambatanga.
Hetta skrivar Suðuroyarportalurin í dag.
Smyril varð bygdur í Spania og tað var Knud E. Hansen í Danmark, sum teknaði og projekteraði Smyril.
Strandfaraskipið fór í sigling um Suðuroyarfjørð tann 1. november 2005.
Leingi hevur verið tosað um ein tunnil millum Suðuroynna og meginøkið, og ein slíkur tunnil er eisini á langtíðaríløguætlanini hjá landsstýrinum.
Tá Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru lidnir, er ætlanin at seta 100 milliónir krónur til Suðuroyartunnilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald